Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fimm ungir kvinnuligir tónleikarar taka teg við á eina fjølbroytta og sansaríka ferð. Seks norðurlendsk tónaskøld greiða frá, hvussu náttúran í júst teirra heimlandi hevur givið teimum íblástur til júst teirra verk. Tólv høvi eru í Norðurlondum at uppliva hetta. Eitt teirra í Norðurlandahúsinum í Føroyum, 23. August 2017.

Ensemble Sirius bjóðar áskoðarunum eina øðrvísi framførslu. Talan verður ikki einans um eina klassiska konsert, tá ið tær fimm fara á pall, men um eina fjølbroyttari uppliving, har skift verður millum ljóð og sjónband.

Tónaskøld á pallinum
Tónaskøldini til tey seks nýskrivaðu tónaverkini, ið Ensemble Sirius fer at framføra, verða til staðar - persónliga ella á sjónbandi. Hvør sær fara tey at greiða frá, hvagar tey hava fingið íblástur, og hvussu tey hava arbeitt við verkinum.

Áhoyrararnir fáa sostatt, umframt at hoyra nýggjan tónleik, eisini innlit í og vitan um, hvussu tónleikurin er vorðin til. Felagsnevnarin, sum tónaskøldini hava arbeitt við, er Norðurlendsku náttúran, harav heitið á konsertferðin: “Ferðin ígjøgnum Norðurlendsku náttúruna”.

Okkara tónleikur
Flest klassisk kend verk hava uppruna í Suðurevropa, har mentan, sinnalag og náttúran er langt frá okkara. Tónleikararnir í Ensemble Sirius meina, at tørvur er á at fáa til vegar fleiri Norðurlendsk verk, har vit betur kunnu kenna okkum aftur.

Limirnir í Ensemble Sirius hava sett seg sum mál at betra um menningarmøguleikarnir fyri og kunnleikan til samtíðar norðurlendskan tónleik, og er tað orsøkin til, at tær hava bílagt seks nýggj verk til teirra konsertferð frá norðurlendskum tónasmiðjum.

Óvanlig samanseting
Við trompet, saxofon, kontrabass, klaver og slagverki, hevur Ensemble Sirius eina heldur óvanliga samanseting í klassiskum høpi, og gevur hetta tónleikararnar møguleika at fáa fram øðrvísi og nýggj ljóð, sum ikki eru at hoyra í siðbundna kamartónleikinum.

Tær fimm ungu kvinnurnar, ið manna Ensemble Sirius búgva allar í Aarhus, men eru úr Svøríki, Týsklandi, Danmark og Føroyum. Tað er teirra felags áhugi fyri samtíðartónleiki, ið hevur ført tær saman í hesu serstaku verkætlan, ið hevur fingið nærum eina millión krónur í stuðli úr ymiskum Norðurlendskum grunnum og stovnum.

Við serstøku samansetingini av ljóðførum og fjølbroyttari miðlan bjóðar Ensemble Sirius tær við inn í nýggju tónleikaverðina hjá klassiskum tónleiki.

Kom við á “Ferðin ígjøgnum Norðurlendsku náttúruna”.

Nær: Mikukvøld 23. August 2017 kl. 19:30.
Hvar: Norðurlandahúsið í Føroyum.

Ókeypis atgongd.

Tónleikararnir í Ensemble Sirius
Kristina Thede Johansen, saxofon (Føroyar)
Sofie Brems Sørensen, trumpet (Danmark)
Agnes Holmberg Lundevall, kontrabass (Svøríki)
Frieda Funk, klaver (Týskland)
Ninna Morsing, slagverk (Danmark)

Norðurlendsku tónaskøldini
Atli K. Petersen, Føroyar
Arnannguaq Gerstrøm, Grønland
Þurídur Jónsdóttir, Ísland
Lars Karlsson, Áland/Finnland
Isac Broman, Svøríki
Mette Nielsen, Danmark

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo