Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nógvar súkklur samla støv í føroyskum kjallarum og leingjast bert eftir at sleppa út á ævintýr. So um tú hevur hug til ein hugnaligan, lættan og døllutan felags súkklutúr fyri alla familjuna, so tak tína stuttligu súkklu við oman á Vaglið fríggjadagin kl. 17; riggar súkklan ikki, kunnu vit hjálpa tær við tí áðrenn fráferð.

Endamálið við hesum afturvendandi súkklutiltakið, sum vit kalla "hjólvelting", er at geva borgarum eitt frískligt høvi at súkkla saman við øðrum í býnum, hvat sum eisini virkar til frama fyri tí góða samskiftinum ímillum harða og bleyta ferðslu av alskyns slag. Á hesum styttri súkklutúrinum fylgjast vit at, lata ringjuklokkurnar ljóma og telja hervið sum eitt øðrvísi "kollektivt akfar" (p.s. tað er ikki forboðið at pynta súkkluna).

So er bara at seta seg á tín hjólhest, ella tú kanst læna eina frá mær, so súkkla vit býin grønan eina løtu. Tá ið vit eru komin aftur á Vaglið, bjóðar FNU ein góðan umhvørvisvinarligan drekkamunn.

Leinkja til tiltakið á ávikavist facebook og heimasíðu hjá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag: trýst her ella her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo