Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað gongur bara ein veg. Og tað er ikki rætta vegin. Vit hava ongantíð havt hægri útlát, og tað veksur. Í seinastu vikuni hoyrdu vit nýggjastu tølini; aftur ein øking av vakstrarhúsgassunum, ið Føroyar útletur, hesu ferð á 6,2%. Eingin politiskt bindandi ætlan fyri at minka útlátið er at hóma. Og tað er ófyrigevandi.

Flestu okkara hava hoyrt fleiri ferðir, hvat økta útlátið ger við klótuna. Men eftir øllum at døma hava vit ikki hoyrt tað nóg ofta.

Skaðin á alt lív á klótuni er óbøtiligur. Vit eru á veg inn í heimsins sættu hópoyðing. Hon er serlig, tí vit, menniskju og okkara atferð, beinleiðis eru atvoldin til oyðingina. Djóra, plantu og lendissløg útdoyggja upp til 1000 ferðir skjótari enn áður. Ringrásirnar, ið syrgja fyri, at alt lív á klótuni kann virka saman, er sett úr spæli. Veðrið er nógv ógvusligari enn í síðstu øldini, 9 av 10 fólkum anda dálkaða luft, og dálkaða luftin er atvold til fleiri og fleiri deyðsføll kring heimin. Bráðnandi ísur og hitaður sjógvur førir til hækkandi sjóvarmála og sendir fólk frá húsi og heimi. Havið súrgar 10 ferðir skjótari enn nakrantíð áður orsaka av stóru nøgdini av koltvíiltu við álvarsomum avleiðingum fyri lívið í havinum.

Alt hetta er bara ein evarska lítil brøkpartur av veðurlagsveruleikunum og avbjóðingunum, sum vit skulu loysa. Alt tað, ið vit ikki vita enn er enn meira ræðandi. Loysnirnar krevja, at vit sláa autopilotin frá og fara nýggjar leiðir. Akkurát tí kunnu tær kennast kostnaðarmiklar og truplar. Men tað er væl lættari at gera broytingarnar nú, enn tá skaðin er so stórur, at vit koyra beint útav.

Tí er tað bæði hugstoytt og ræðandi, at vit einki gera. At ongar politiskt bindandi ætlanir hómast á økinum. Tí fyri hvønn dag vit sita og trilla tummilfingrar heldur enn at seta munagóð tiltøk í verk, verður tað truplari og truplari at gera nakað munagott fyri at steðga gongdini.

Vit senda svartaper til okkara børn og teirra børn. Okkara atgerðarloysið varpar vaksandi trupulleikan víðari til komandi ættarlið.

Lat okkum skifta atgerðarloysið út við politiska ábyrgd
Men hvar skulu vit byrja? Til dømis við orkuni. Vit brúka ov nógva orku. Høvuðskeldan til størsta partin av okkara útláti er streymframleiðsla úr olju. Tí skulu vit spara orku. At gera krav um at allir nýggir bygningar eru orkusparandi ella orkuframleiðandi. Allir hentleikar finnast longu, og øll, eisini borgarar, skulu hava ráð at taka lut. Tí tess minni orku okkum tørvar, tess minni mugu vit framleiða ella útbyggja fyri at metta orkutørvin. Orkuskiftið skal henda nú. Og tað skal gerast skynsamt, við hægsta atliti til náttúruna. Vit skulu hugsa um endurnýtslu og endurvinning heldur enn bara brennistøðir.

Vit skulu syrgja fyri, at tey sum dálka mest gjalda fyri ta dálkingina og gera okkara umlegging gjørliga. Vit skulu skifta bensin og dieselbilar út við burðardyggarloysnir - felags ferðslu og grønari akfør. Framleiðsla av føroyskum mati og vørum skal raðfestast og strangari krøv setast til innflutning. Margfeldislógin skal niðan í løgtingið nú. Eingin skal vera noyddur at gjalda í pensiónskassar, ið seta partabrøv í oljuvinnuna. Vit skulu gevast at bjóða út oljuleitingar.

Vit skulu syrgja fyri, at føroysku familjurnar hava tíð til til nærveru og ikki altíð verða kroystar út í at keypa og keypa og keypa fyri at fáa dagin at hanga saman.

Hetta eru nøkur dømi um, hvar vit kunnu byrja. Helst í samráð við serfrøði á økinum.

Listin er langur og arbeiðið drúgt. Tí er avgerandi, at vit koma í gongd. Nú.

At síggja til hevur landsstýrið ongar ætlanir. Mann ætlar at orða ein nýggjan veðurlagspolitik, men tað nyttar onki, tá eingi krøv eru um úrslit. Tað er ábyrgdarleyst, veruleikafjart, dovið og snøgt sagt slett ikki í ordan, at ein stjórn leggur so lítið í alheims upphitingina, og vil útseta rokningina og rsastóru broytingarnar til næsta ættarlið at taka sær av. Vit hava nú verið fólkalig og bíðað í eitt ár. Vit hoyra okkurt kis her og har í miðlunum av og á, men enn er einki hent. Hetta hevur skund.

Eitt er heilt sikkurt, okkara ommu og abbabørn fara ikki at hava sama luksus at sita hendur í favn og snakka um, hvussu “góð vit øll eru við náttúruna…”. Tí tað eru vit ikki, tá vit alsamt skúgva lógir til viks, ið verja náttúruna, og velja okkara egna pengapung her og nú framum.

Góði landsstýrismaður í umhvørvismálum. Kom við eini veðurlagslóg! Og kom við ítøkiligum umhvørvisætlanum um at røkka teimum málunum. Vit hava áður havt samtyktan veðurlagspolitikk, ið hvørki hevur gjørt til ella frá. Lat okkum skifta atgerðarloysi út við politiska ábyrgd.

Lat okkum gera okkara til at lata ein betri heim í hendurnar á eftirkomarum okkara.

Ingilín D. Strøm, Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo