Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bústaðarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fer nú til almenna hoyring.

Komið á borgarafund í:

- Finsen týsdagin 20. februar kl. 19
- Skúlanum við Løgmannabreyt hósdagin 22. februar kl. 19
- Skúlanum á Argjahamri týsdagin 27. februar kl. 19

Tú fært møguleika at koma við tínum íkasti til politikkin, hoyra góðar tónar frá Signari í Homrum og njóta ein drekkamunn.

Kommunan byggir ikki bústaðir, men kann seta karmar fyri, hvat skal henda á bústaðarøkinum í framtíðini. Vit vilja fegin hoyra títt íkast til bústaðarpolitikkin, so vit saman kunnu tryggja eina framtíð við tryggum bústaðarkørmum.

Bústaðarpolitikkurin liggur sum leinki á www.torshavn.fo, her hevur tú møguleika at lesa politikkin og koma við viðmerkingum.

Tú kanst eisini lutttaka í kjaki á Facebook: https://www.facebook.com/torshavn/ og á Instagram@torshavnar_kommuna/.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo