At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vágakórið: Mánakvøldið 30. september kl. 19:30 fer Vágakórið undir nýtt og spennandi sangár.

Kórleiðari er Katrin á Borg Johannesen. Katrin hevur nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk. Hon hevur sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum, og hevur drúgvar royndir sum ungdómskórleiðari.

Vit vilja fegin bjóða nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum í Vágakórið, og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt og vælljómandi oyggjakór. Vit síggja týdningin av at hava eitt kór í oynni, og ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er, bæði til gaman og álvara.

Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30 til 21.30 í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit vóna at síggja nógv nýggj andlit, tá vit nú byrja aftur eftir summarsteðgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo