40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hósdagin 26. mai hevur Tórshavnar kommuna virkað sum kommuna í 150 ár. Í hesum sambandi verður hátíðarhald dagarnar 26. til 29. mai. Á skránni verða framsýning, kvøldseta, konsert, barnatiltak og hátíðarguðstænasta.

Byrjað verður við framsýning um Havnina á Býarbókasavninum seinnapartin hósdagin 26. mai.

Um kvøldið 26. mai verður kvøldseta á Reinsarínum um Havnina sum miðdepil í Føroyum, har søgufrøðingur, arkitektar og listafólk fara at siga sína hugsan um býin. Kendur frásøgumaður fer eisini at siga søgur úr gomlu Havnini, og Kim Hansen við bólki spælir.

Fríggjakvøldið 27. mai verður konsert á Reinsarínum, har bólkarnir Danny & the Veetos, The Reverends og Lea Kampmann fara at spæla.

Leygardagin 28. mai verður morgunmatarborð fyri almenninginum í Tórsgøtu og barnatiltak á trappuni í Vágsbotni, sum verður í tikin í nýtslu. Við í tiltakinum verða m.a. Havnar Hornorkestur, Tórshavnar Manskór, BUBU, Ævintýraferðin og Punjab.

Sunnudagin 29. mai verður hátíðarguðstænasta í Havnar Kirkju, har dómpróstur og biskuppur verða við. Kórsangur verður á skránni í sambandi við guðstænastuna.

Eisini onnur tiltøk verða í ár í sambandi við 150 ára haldið.

Mentanarnáttina 3. juni verður framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við keiputekningum hjá Williami Heinesen, og á ólavsøku verður framsýning sama stað við fotomyndum úr Havnini farnu øldina.

Nágreinilig skrá verður kunngjørd í næstu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo