Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eftir áralangt samskifti millum Tórshavnar kommunu og Landsverk um at yvirtaka landsvegir í kommununi, eru partarnir komnir ásamt um, at kommunan yvirtekur fýra landsvegir. Yvirtøkan fer at gagna íbúgvum og virkjum, sum hava merkt avbjóðingarnar við verandi býti.

Kommunan yvirtekur hesar landsvegirnar:

- Hvítanesvegin – frá vegamótinum frá Eystara Ringvegi til nýggju rundkoyringina við Eysturoyartunnilin íroknað strekkið frá íbindingini í Hvítanesvegin oman til vegristina í vegnum oman á Hvítanes.

- Vegin oman í Kúrdal í Hoyvík, Kúrdalsveg – frá Hvítanesvegnum til túnið við royndarstøðina í Hoyvík.

- Oyggjarvegin – frá økinum undir Krákugjógv niðan til íbindingina til Hotel Føroyar

- Velbastaðvegin – frá vegamótinum frá Marknagilsvegnum til rørportið við Norðasta Horn.

Vegirnir liggja innan fyri kommunumark, og nú kommunan yvirtekur vegirnar, eru komnir nýggir møguleikar fyri at stykkja út o.a. uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum, og at bygging longu er framvið onkrum av vegunum.

Málið varð samtykt á býráðsfundi 25. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo