Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar Býráð hevur tann 28. mai 2020 samtykt at senda uppskot til Kommunuætlan 2020 til hoyringar. Hetta gevur borgarum, fyritøkum, stovnum, áhugafelagsskapum og øðrum áhugaðum møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið.

Uppskot til Kommunuætlan kann takast niður HER

Ein kommunuætlan er ein høvuðsætlan fyri býarskipan og menning í kommununi. Hon er eitt týdningarmikið og hent amboð, sum er við til at seta eina kós og tryggja ein samanhangandi leist fyri virksemi og menning í kommununi. Kommunuætlanin er samstundis eitt týdningarmikið amboð til kunning til borgarar, fyritøkur, stovnar og áhugafelagsskapir, sum her kunnu fáa vitan og kunning um grundleggjandi viðurskifti í kommununi, hvussu arbeitt verður og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina.

Sig tína hugsan um kommunuætlanina HER.

Kommunuætlanin er yvirskipaða stýringsamboðið fyri at menna og leggja Tórshavnar kommunu til rættis. Kommunuætlanin vísir á hvørjum grundarlagi og innan hvørjar karmar avgerðir verða tiknar um lendisnýtslu í kommununi og hvørji atlit skulu takast og vigast upp móti hvørjum øðrum, tá avgerðir skulu takast um lendisnýtslu.

Kommunuætlanin samantvinnar landslógir um eitt nú býarskipan, vegir, náttúru- og umhvørvisvernd og almennar tænastur við politikkir hjá kommununi um bústaðir, umhvørvi og orku, parkering, frítíð og ítrótt, eldrapolitikk og barna- og ungdómspolitik. Harumframt lýsir kommunuætlanin framtíðar tørv á bústøðum, vegum, dagstovnum og skúlum, ellis- og røktarheimum og so framvegis.

Ein kommunuætlan hyggur ávikavist fýra og 12 ár fram. Ætlanin við eini kommunuætlan er, at hon skal dagførast fjórða hvørt ár, og at hvørt býráð skal meta, um tann galdandi kommunuætlanin skal dagførast lutvíst ella heilt.
Her ber til at síggja eina stutta videoframløgu, har greitt verður frá endamálinum og bygnaðinum í uppskotinum til Kommunuætlan 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo