Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kommunuætlanin er yvirskipaða stýringsamboðið fyri planlegging og menning av Tórshavnar kommunu. Ætlanin sambindir strategi, ætlanir, verkætlanir og leiðreglur, sum saman leggja karmarnar fyri menningini í kommununi. Hetta er sostatt stevnumiðið fyri menning í kommununi.

Kommunuætlanin er ein heildarætlan sum fevnir um eitt 12-ára skeið, tó kunnu langtíðarætlanir røkka enn longri. Tann verandi ætlanin er frá 2014.

Nýggj ætlan er gjørd, har serliga hevur verið arbeitt við evninum “fólk og vøkstur”. Allar nevndir hjá býráðnum hava viðgjørt ætlanina.

Kommunuætlanin vísir, á hvørjum grundarlagi og innan hvørjar karmar avgerðir verða tiknar um lendisnýtslu í kommununi, og hvørji atlit skulu takast og vigast upp móti hvørjum øðrum, tá avgerðir skulu takast um lendisnýtslu.

Ætlanin samantvinnar landslógir um eitt nú býarskipan, vegir, náttúru- og umhvørvisvernd og almennar tænastur við politikkir hjá kommununi um bústaðir, umhvørvi og orku, parkering, frítíð og ítrótt, eldra-, barna- og ungdómspolitikk. Eisini lýsir ætlanin framtíðar tørv á bústøðum, vegum, dagsstovnum og skúlum, ellis- og røktarheimum.

Høvuðsbroytingin við hesi kommunuætlanini er, at hon er munandi meira víðfevnd enn tann fyrra og viðgerð munandi fleiri øki enn undanfarna ætlanin.

Ætlanin var seinast fyri í fíggjarnevndini nú 20. mai, har samtykt varð at leggja ætlanina fyri býráðið nú hóskvøldið við uppskoti um, at kommunuætlanin verður løgd út til almenna hoyring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo