Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kommunufelagið skipar í dag fyri evnisdegi. Fyrri parturin snýr seg um kommunala leiklutin í orku- og umhvørvispolitikkinum. Seinni parturin snýr seg um integrasjón og kommunur.

Vegna Kommunufelagið legði Heðin Mortensen fyri ogg fegnaðist um, at heili 163 av gottt 200 kommunustýrislimum høvdu meldað til.

- Um góða undirtøkan kemur av evnunum, sum vit viðgera í dag, ella tí at korona hevur gjørt, at so long tíð er gingin, síðani vit seinast høvdu eitt slíkt tiltak, skal eg ikki meta um.

- Tað er ið hvussu so er sera gleðiligt at síggja so nógv savnað í dag, tí jú betur umboðað vit eru, tess meira viðkomandi og fjølbroytt verður umrøðan av evnunum, vit hava á skrá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo