Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá sitandi meiriluti tók við, vóru 3800 havnaborgarar uttan fastan lækna. Hetta var alt annað enn ein nøktandi støða.

Vit settu okkum fyri at loysa hesa avbjóðing sum skjótast, og í fjør lótu nýggju stásiligu læknahølini í Kirkjustræti í Hoyvík upp, har rúm er fyri 5 læknaviðtalum.

Í dag hava allir havnaborgarar fastan lækna at fara til.

Men við stóra fólkavøkstrinum í løtuni er neyðugt at arbeiða víðari við at víðka karmarnar á læknaøkinum, samstundis sum nakrar av ótíðarhóskandi viðtalunum mugu niðurleggjast.  

Soleiðis sum ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er á læknaøkinum, so hevur kommunan ábyrgd av at útvega hølir, meðan landið hevur ábyrgd av læknunum.

Vit ynskja, at ungir læknar leita sær aftur til Føroyar eftir loknan lestur, og tá er umráðandi at hølisviðurskiftini og karmarnir eru nøktandi.

Hesum vilja vit arbeiða víðari fyri.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo