Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týsdagin 26. apríl 2022 verður kommunuráðstevna í Løkshøll í Runavík, har føroyskir og norðurlendskir granskarar seta sjóneykuna á kommunur í føroyskum og í norðurlendskum høpi.

Á ráðstevnuni verða m.a. varpað ljós á kommunufyrisiting í Føroyum, á føroyskan kommunupolitikk í søguligum høpi, og á leiklutin hjá kommunum í lokalari menning.

Ráðstevnan viðger eisini royndirnar frá kommunusamanleggingum í Danmark og Norra, eitt evnið, sum eisini fær ávísa umrøðu í Føroyum. Framløga verður eisini um norðurlendska granskingarverkætlan, sum Fróðskaparsetri eisini er partur av, Polygov, um kommunala leiklutinum í handfaringini av Covid19-pandemiini.

Harumframt verður eisini varpa ljós á kommunur í sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum.

Ráðstevnan er skipað í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Kommunufelagið, Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Runavíkar kommunu og norðurlendska granskingarnetverkið Nordiska kommunforskningsföreningen.

Luttøka og tilmelding
Ráðstevnan er fyri øllum við áhuga í kommunalum viðurskiftum – og tað krevst tilmelding fyri at luttaka á ráðstevnuni.

Tilmelding fer fram hjá Dennis Holm umvegis teldupost til dennish@setur.fo.

Freistin at melda til er tórsdagin 21. apríl kl. 16.00

Skráin fyri ráðstevnuna
Skráin fyri fyrrapartin: Innleiðsla um kommunufyrisiting og kommunala leiklutin í Føroyum

Kl. 9.30 Dyrnar lata upp og bjóðað verður kaffi & te.

Kl. 10.00 Vælkomin - Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í kommunumálum setur ráðstevnuna.

Kl. 10.10 Kommunala skipanin í Føroyum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelag Føroya.

Kl. 10.40 Føroyskur kommunupolitikkur í søguligum sjónarhorni, Beinta í Jákupsstovu, adj. professari, Fróðskaparsetur Føroya.

Kl. 11.20 Kommunali leikluturin í lokalari menning, Dennis Holm, námslektari, Fróðskaparsetur Føroya.

Kl. 12.00-13.00 Døgurðasteðgur við fiskasúpan og kaffi & te omaná

Skráin fyri seinnapartin: Aktuell norðurlendsk kommunu-gransking
Kl. 13.00 Hvilke effekter har der været af kommunalreformen i Danmark? Kurt Houlberg, professari, VIVE.

Kl. 13.30 Erfaringer fra den norske kommunereform. Jan Erling Klausen, førsteamanuensis, Universitetet i Oslo.

Kl. 14.00 Pandemihåndteringen i Norden. Are Vegard Haug, forsker II, Oslo MET.

Kl. 14.30 Kommuner på självstyrande områden. Siv Sandberg, universitetslärare, Åbo Akademi.

Kl. 15.00 Takk fyri hesu ferð - Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, endar ráðstevnuna.

Meiri fæst at vita um ráðstevnuna við at venda sær til Dennis Holm (tlf. 222928, dennish@setur.fo) ella Eyðun Christiansen (tlf. 282480, eydun@kf.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo