Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Higartil hevur einki alment tilboð verið til borgararnar í Vágum at koppsetast móti koronu í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvágs kommuna nú gera okkurt við.

- Tí hava Vága- og Sørvágs kommuna, sent fyrispurning inn um at fáa koppsetingar møguleika í Vágum. Við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vágoyggin er serliga útsett tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum. 

Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum, at vera fyrsta oyggj sum fær floksimmunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna myndugleikanum.

- At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur borgarstjórin at enda.

Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarnir, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av koronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo