Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í annaðkvøld fer Runavíkar kommuna at viðgera fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Í uppskotinum er lítið og onki avsett til miðbýarætlan og innkomuveg. Borgarstjórin átti tí at verið glaður um, at landskassin ikki setur pengar av til endamálið. TAÐ hevði ikki sæð gott út, um landskassin setti pengar av, og vit í Runavíkar kommunu onki seta av á fíggjarlógini.

Vit hava hægsta skattaprosentið i landinum. Hetta áttu vit at lækka minst 1%. Í Tórshavnar kommunu er skattaprosentið 3% lægri enn í Runavíkar kommunu.

Saman við tunnilsgjaldi verður munurin at keypa hús í Tórshavnar kommunu og at byggja hús í Runavíkar kommunu lítil og ongin. Leggja vit sparda tíð til ferðing afturat, so loysir tað seg betur at búseta seg í Havn. Tað kann ikki vera rætt.

Pengar eru avsettir til viðlíkahald av skúlanum (brúktur til vøggustovu og venjingarhøli) í Søldafirði. Har lekur illa. Støðan bara versnar, og umvælingarnar verða dýrari. Men enn er arbeiðið ikki farið í gongd, og pengarnir fluttir til komandi ár. Tað er at spara eftir reyv.

Havandi í huga, at eykajáttanirnar í hesum árinum eru 20+ milliónir, og onki verður gjørt við lekar í skúlanum í Søldarfirði, týður ikki uppá, at raðfestingin er optimal.

Eg fari á fundinum at skjóta upp, at skattoprosentið verður lækkað 1% komandi ár.

Jonhard Danielsen
Býráðslimur Runavíkar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo