Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkakirkjan: Vikuskiftið 29. og 30. januar var konfirmantlega í leguhúsinum í Nesvík. Sóknarprestar ymsastaðni úr landinum skipa fyri hesum legunum, sum eru tvær ferðir um árið.

Legan hesaferð man vera tann við flest konfirmantum hesi árini, hon hevur verið. Heilir 230 konfirmantar høvdu funnið sær vegin til Nesvíkar. Teir komu úr Suðri, av Sandoy, úr Vágunum, Norðstreymoy, Eysturoy og Suðurstreymoy. Tað snúði seg tí um at skipa skránna og leiðsluna væl. Við hjálp frá foreldrum hjá konfirmantunum og fleiri ungdómsleiðarum, eydnaðist tað sóknarprestunum at tryggja konfirmantunum eina góða legu.

Hóast veðrið ikki var av tí besta stóran part av tíðini, var ikki saknur á tiltøkum. Ja, fleiri konfirmantar hildu, at tað hendi ov nógv. Fyrra dagin møttu konfirmantarnir um nýggju tíðina, har teir fingu ein morgunmatarbita. So varð sungið og sagt frá, hvussu tað heila skuldi fara fram hesar dagarnar. Áðrenn døgurðan var andakt, har Sonja Klein segði frá Guds kærleika til okkara og hvussu stórt virði hvørt menniskja hevur. Síðani var døgurði, sum Sverri Steinhólm stóð fyri. Hann hevði góða hjálp frá foreldrum hjá konfirmantum, sum vóru framúr dugnalig til at taka sær av uppgávunum í køkinum. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo