Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmshúsið: Leiðarin á Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner fekk í oktober eina innbjóðing frá Margrethu drotning. Talan var um eitt stórt tiltak, har umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni og síðani til døgurða á Fredensborg Slot. Tina í Dali Wagner, sum umboðaði Føroyar, heldur hesa innbjóðing vera eina viðurkenning av spírandi føroysku filmsvinnuni.

- Hóast Filmshúsið ikki hevur nógv ár á baki, hevur virksemið verið nógv. Filmsvinnan hevur eisini ment seg og støðugt fjølbroyttari filmar verða framleiddir, hóast játtanin til filmsstuðul ikki er stór. Vit royna at vera sjónlig bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands, sigur Tina í Dali Wagner.

Í summar vitjaði Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum har hon m.a. fekk kunning um spírandi filmsvinnuna í Føroyum. Jón Hammer, nevndarlimur í Stýrinum fyri Filmshúsið, greiddi frá um føroyska filmsframleiðslu og vísti brot úr filmsrøðini "Trom" eins og úr heimildarfilminum "Heartist", ið snýr seg um Sigruna Gunnarsdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo