Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Tær 5 hálvárligu kanningarnar, sum hvør í sínum lagi geva ábendingar um støðu og væntanir til ymsar spurningar hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum, eru júst gjørdar. Samanumtikið geva hesar 5 kanningarnar eitt treystital, og eftir eitt lutfalsliga stórt fall í treystitalinum fyri einum ári síðan, er treystitalið hækkað hesi seinastu tvey kanningarumførini og nærkast langtíðarmiðal.

Í longri tíð og innan korunufarsóttin byrjaði, lá treystitalið í nøkulunda støðugari legu, men fall síðan lutfalsliga nógv fyri einum ári síðan, eftir at farsóttin hevði gjørt um seg í nakrar mánaðir. Í januar í fjør var treystitalið 32, lækkaði síðan til -16 fyri einum ári síðan og hækkaði til 9 í januar í ár. Til júst gjørdu kanningina er treystitalið gjørt upp til 11 og liggur tætt við langtíðarmiðal á 17.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo