Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi sunnudag, 1. sunnudag í atvent, verður konsert í Fuglafjarðar kirkju kl. 19:30, har Fuglafjarðar kvinnukór, Gentukórið gamla fer at syngja.

Konsertin ber heitið: Tankar og tónar - trúgvin og listin. Meðan sungið verður, verða myndir sýndar upp á ein dúk í kirkjuni og millum hvørt lagið, verður ein tekstur lisin upp í tilknýti til trúnna og listina.

Hetta er á triðja sinni, at henda konsertin verður, ið ber hetta heitið, Tankar og tónar. Tann fyrsta var  í 2011 og snúði seg um Stórubrúgv í Fuglafirði, sum varð umgjørd til fjósið í Bethlehem. Tann næsta 2013 og var um ljósið í  málningunum hjá Heðini Kambsdal og ljósið í Góðadali.

Tað er nógv, sum sigast kann um trúnna og listina. Læran er um lívið, vónina og tað innara lívið í samband við deyða og grøv, og verður eingilin  í hesum sambandi boðberin um nevndu evni. Ja, tað er nógv at tríva í. Nortið verður við myndlistina, tónlistina og skaldskapin.

Urguna treður Heðin Kambsdal, Jógvan á Lakjuni og Eyðun á lakjuni spæla upp á klaverið. Kristina Joensen lesur upp og Frits Johannesen stjórnar kórinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo