Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Summartónar bjóða ókeypis konsert við Gjógv mikudagin 17. juli 2019.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Tað er kendi føroyski trombon spælarin Dávur Juul Magnussen, sum kemur at spæla saman við Emily Nenniger, violin, og Jan Rúni Poulsen, sum spælir percussion.

Konsertin verður niðri í Gjónni kl. 16.00, og hon er ókeypis.

Seinni um kvøldið verður mentanarkvøld á Gjáargarði har Summartónar eisini hava konsert. Til ber at lesa skránna fyri summarið her.

Hetta er 27inda árið, at Summartónar skipar fyri konsertum runt um í Føroyum. Sunda kommuna er fegin um at kunna stuðlað hesum. Í ár eru 14 konsertir við Gjógv. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo