At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tim kom til Føroya sunnudagin, og hevur seinastu dagarnar koyrt runt sum ferðamaður og upplivað landið. Vit hava valt ikki at avlýsa konsertina, men heldir at fylgja tilmælinum hjá landsstýrinum, og hava avmarkað hvussu nógv fólk kunnu koma til konsertina. Vit viðmæla at fólk hava koronupass ella eina negativa test, men tað er ikki sett sum eitt krav. Tó heita vit á øll um at halda mest møguliga frástøðu og reinførði.

Tim Easton er føddur í New York State í 1966, men uppvøksturin var í Tokyo, Japan og Akron, Ohio. Sum ungur ferðaðist hann runt í Evropa í 7 ár sum gøtutónleikari, har hann búði í París, London, Madrid, Prag og Dublin. Uppvøksturin og hesi árini í Evropa hava skapað hansara spælistíl við blues, folk og country og forteljandi tekstir um tað at ferðast.

Heimafturkomin, útgav hann sína fyrstu album og førdi hetta til at hann hitaði upp fyri millum onnur Grammy Award vinnarin Lucindu Williams og John Hiatt, sum eru vinfólk og mentorar hjá Tim.

Seinni flutti hann til Nashville har hann eisini útgav nógv, men fór at dyrka meira gamlar blues- og folk traditiónir bæði í sangskriving og innspælingum. Í 2018 hátíðarhelt Tim 30 ár sum tónleikari og útgav albummið “Paco & the Melodic Polaroids”. Hetta er ein akustisk útgáva við bara Tim og Paco gittarin sum hevur fylgt honum øll árini. Øll útgávan er innspæld beinleiðis á eina lak plátu, eins og gjørt var í gomlum døgum, uttan møguleika fyri at redigera, og har koma tónlistarligu evnini hjá Tim veruliga til sín rætt.

Nýggjasta útgávan kom í 27. august 2021. Ein sterk og positiv útgáva sum boðar frá einum skifti í lívinum hjá Tim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo