Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

COVID-19 koppsetingarbólkurin: Meira enn helvtin av øllum føroyingum eru nú liðugt koppsettir fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda.

Verður bara hugt at teimum vaksnu, tað er teimum, sum hava fylt 16 ár, er prosenttalið sjálvsagt væl hægri.

Í seinastuni hevur stundum verið at hoyrt, at tað gongur seinni at koppseta í Føroyum nú. Tað er partvíst rætt, men tað er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí koppsetingargongdin í Føroyum líkist henni í londunum rundan um okkum. Har fór ferðin á koppsetingini eisini niður, tá komið var til teir yngru aldursbólkarnar.

Koppsetingarbólkurin mælir tó staðiliga til, at tey, ið ikki enn eru koppsett ella bara hava fingið fyrra prikið, halda seg framat.

Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar.

Hetta til ólavsøku er opið fyri koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum soleiðis:

- Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli

- Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli

- Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, leggur tó dent á, at tað sanniliga eisini er skilagott at lata seg koppseta av øðrum orsøkum enn bara fyri at sleppa á ólavsøku og generelt fáa størri frælsi. Ikki minst hevur tað týdning fyri alla fjøldina, at vit røkka flokkimmuniteti – tað er, at so nógv fólk eru koppsett, at sjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

- Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið, sleppa tey eisini undan sóttarhaldi. Men afturat tí hevur tað stóran týdning fyri at røkka flokkimmunitetinum, at meira enn 80 prosent av fólkinum verða koppsett. Dentur skal eisini leggjast á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi longu eftir fyrra prikið, sigur Lars Fodgaard Møller.

Landslæknin vísir á, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, ið er tað, sum verður brúkt í Føroyum, eisini verjir væl ímóti tí sera illa smittandi sonevnda delta-frábrigdinum av Covid-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo