Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Komandi vikurnar fara koppsetingartoymir kring landið at bjóða fólki eitt prik. Byrjað verður í Norðoyggjum mánakvøldið.

Tað hevur yvirhøvur gingið væl at koppseta føroyingar, men seinastu tíðina er ferðin minkað nakað. Sjúkrahúsverkið hevur tí í samstarvi við kommunur gjørt nakrar royndir at gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta. Vitjað hevur verið í Runavík, á Giljanes og á útoyggj.

Royndirnar av hesum hava verið góðar, og nú verða nýggj átøk gjørd fyri at gera koppsetingina meira atkomuliga hjá fólki, sum hava longri á koppsetingarstaðið.

Byrjað verður nú mánakvøldið og týsdagin í Norðoyggjum, síðani verður vitjað á Sandoynni og ætlanin er eisini at taka allar bygdirnar á Suðuroynni og í Norðstreymi seinni. Nærri kunning kemur um hetta.

Norðoyggjar mánadagin 6. september verður koppsett soleiðis:
Kl. 19.30 beint eftir Dag og viku verður koppsett í skúlanum í Kunoy
Kl. 20.30 verður koppsett í bygdarhúsinum í Haraldsundi
Kl. 21.15 koppsetur Sjúkrahúsverkið í Róðrarneystinum í Árnafirði

Sjúkrahúsverkið hevur sjúkrabil við, so fólk kunnu meta seg eftir, nær toymið er á staðnum. Tey sum hava hug, kunnu koma framvið og síggja útgerðina.

Norðoyggjar týsdagin 7. september verður koppsett soleiðis
Kl. 19.30 beint eftir Dag og viku verður koppsett í skúlanum á Viðareiði
Kl. 21.00 er koppsetingartoymið í skúlanum á Fossanesi og koppsetur 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo