Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj greining av smittutølunum í januar 2022 vísir, at koppsetingin ímóti korona verjir eisini ímóti Omikron-frábrigdinum. Og triðja prikið ger mun.

Tá Omikron-frábrigdið kom til Føroya, fingu vit ábendingar um, at koppsetingin ikki vardi eins væl ímóti nýggja frábrigdinum, sum ímóti frábrigdunum, sum vit kendu frammanundan. Líknandi úrslit hava vit sæð í øðrum londum.

Við hesi greiningini kunnu vit tó staðfesta, at koppsetingin eisini verjir ímóti Omikron-frábrigdinum, og kunnu vit nú seta tøl á, hvussu góð verjan er.

Greiningin vísir, at tvey prik minka sannlíkindini fyri at verða smittað niður í eina helvt, og at triðja prikið minkar sannlíkindini at verða smittaður uppaftur meira.

Hvørja ferð tveir persónar, sum hava fingið triðja prikið, verða smittaðir, verða fimm ókoppsettir persónar smittaðir við korona.

Eitt úrslit av greiningini er eisini, at tey sum eru 50 ár og eldri, og eru koppsett, eru betri vard enn tey sum eru yngri enn 50 ár og eru koppsett.

Hetta kemur tó av, at millum tey sum eru 50 ár og eldri, eru fleiri sum hava fingið triðja prikið, enn millum tey yngru.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at úrslitini eru samanberilig við danskar greiningar, og fegnast um, at tað ber til at staðfesta tað sama við føroyskum tølum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo