Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heitt verður á øll, sum ætla sær út í smærru oyggjarnar í Tórshavnar kommunu um páskirnar, um at taka serlig atlit at teimum, sum búgva í oyggjunum.

 

Korona ger enn um seg, og almennu tiltøkini standa framvegis við. Tað er umráðandi, at bæði Nólsoy og Hestur eru so væl vardar ímóti korana, sum til ber. Tí skulu fólk, sum ikki eru búsitandi í oyggjunum, hugsa seg væl um, áðrenn leiðin gongur út í oyggjarnar at vitja.

 

Nólsoy og Hestur eru smásamfeløg, og spjaðir smittan seg fyrst í oyggjunum, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri bygdarfólkið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo