Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Nú summarferian endar, so byrja dartkappingarnar aftur. Fyrsta kappingin eftir summarferiuna, verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár. Kappingin er soleiðis skipa í ár, at teir bestu spælarnir eru í einum A bólki fyri seg sjálvar, og teir meir óroyndu í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum, at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum. Talan er um opna kapping, so ein og hvør kann melda til. Kappast verður baði hjá kvinnum og monnum. Tilmelding fer fram á heimasíðuni dartfo.com og skal tinmeldingin verða DSF í hendi aðrenn mikukvøldið á midnátt.

Landsliði úttikið
Í gjøgnum summari hava landsins bestu spælarar tó ikki havt nógv frí, samlast hevur verið til landsliðssamlingar hjá baði kvinnum og monnum. Hetta í samband við at landsliðini baði skulu til Gandia í Spania seinast í septembur til EM. Hetta er fyrstu ferð síðani DSF gjørdist limur í WDF, at Føroyar sleppur at royna seg í eini EM kapping. Í tí sambandi, so verður endaligu landsliðini úttikin aftana kappingina leygardagin.

Dart hevur tað gott og tó
Korona farsóttin fór illa við dart ítróttargreinini, serliga sæst hetta aftur á kvinnusíðuni, har tað í ár bert hava verið 8 kvinnur við. Føroyameistarin í 2021 Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag hevur verið á einum støði fyri seg sjálva, og førur klárt ratinglistan hjá kvinnum. Dart er ein ítróttargrein har øll kunnu verða við, tað krevst ikki tann stóra útgerðin, men bara viljin til at gerast betur. Og aftanfyri tað liggur nógv venjing.

Hjá monnum er meir javnt, í løtuni liggja Uni Árting og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag fremstir, og vóru tað júst teir baðir, sum fyrr í ár fingu eina bronsu medalju í tvímansleiki til norðurlanda meistaraheitið. Men beint í hølunum á teimum, eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í top formi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo