

- Um vit gera alt rætt fara ímillum 100.000 og 200.000 fólk at doyggja í landinum.
Tað segði Deborah Birx, sum er samskipari í Hvítu Húsunum ímóti korona í USA í gjár. Hon legði samstundis afturat, at sannlíkt verður talið á deyðum nógv størri.
- Tað er skjótt at 5 verður til 50 til 500 til 5000. Eg stúri veruliga fyri hvørjum einasta býi í landinum. Gera vit ikki tað sum er neyðugt kann avleiðingin blíva, at milliónir av fólki doyggja, segði hon.
- Sjálvt um vit gera alt "næstan perfekt" so fara upp ímóti 200.000 at doyggja, legði hon afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo