Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast eg helst vildi sent navngivið lesarabræv, eri eg bundin av tagnaðarskyldu, bæði mótvegis reiðaríi og mótvegis starvsfeløgum. Tí undirritað lesarabræv við ónevndum sendara.

Eri burturstaddur sum útisiglari.

Status umborð:

Í gjár doyði pápi filipinska kokkin. Royni at fáa kokkin av í næstu havn.

Øll familjan hjá indiska yvirstýrimanninum hevur korona. Í gjár vórðu bæði foreldrini innløgd; pápin hevur serliga ring hjáárin, spýr; hevur ikki verði førir fyri at halda mat í sær í tríggjar dagar, andaleiðin eisini álvarsliga ávirkað. Leiti eftir møguleika at fáa yvirstýrimannin heim áðrenn tíð.

Danski annar stýrimaðurin fær ikki ætlaða avloysing í komandi havn. Avloysarin hevur fingið staðfest korona.

Kann reksa upp fleiri aðrar núverandi støður umborð, men gevist við tí. Ivasamt er, um eg sjálvur fái avloysara umborð, sum støðan er, tí tøka fólkið verður sent har sum tørvurin er størstur í verandi løtu.

Dømini omanfyri eru veruleikin uttanfyri føroysku landaoddarnar.

Har heima tykist lagið at vera í so lætt tá ið um tilmælir og tiltøk umræður. Vit liva í einari bløðru har heima, og tá er lætt at lata seg rura til hvíldar.

Men vælsignaði haldi fast við strangni hetta summarið eisini. Geri ikki tað dáragerðina at missa alt á gólvi nú. Vit koma at angra tað so dyggiliga.

Arbeiði sjálvur í privata geiranum. Men stutt skygd peningalig ser áhugamál mugu víkja eina løtu enn, tá ið um COVID 19 ræður. Tí fíggjarliga langtíðar árinið verður enn verri, tá ið vit verða noydd at skipa fyri fullum stongsli aftur, og so tað longu seigpíningina áðrenn vit rætta skútuna uppaftur.

Eg bøni tykkum so inniliga.

Útisiglari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo