Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Krabbameinstíttleikin í Føroyum var tann sami í 2020, sum undanfarin ár, hóast koronufarsóttin herjaði. Hetta vísir Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og Ph.d. lesandi, á í grein, sum er givin út í vísindaliga tíðarritinum Acta Oncologica.

Í fleiri londum uttan um okkum fækkaðust staðfestu krabbameinstilburðirnir á vári í 2020. Tíverri stendst hetta ikki av, at færri fingu krabbamein. Harafturímóti stendst tað av, at færri fingu staðfest, at tey høvdu fingið krabbamein. Tí var vert at kanna, hvussu støðan var í Føroyum.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og Ph.d. lesandi, hevur kannað hetta. Úrslitið var, kanska eitt sindur óvæntað, øðrvísi í Føroyum. Í Føroyum var eingin minking at síggja, tá ið títtleikin hvønn mánað í 2020, verður borin saman við samsvarandi mánað undanfarnu fýra árini.

- At tað ikki er eitt fall í staðfestum krabbameinstilburðum, er allarhelst, tí vit hava megnað so væl at vart fyri smittu, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hesi úrslit hava verið frammi fyrr, men nú er hetta givið út í Acta Oncologica, einum vísindaligum tíðarriti. At geva út slík úrslit í vísindaligum tíðarritum ger, at aðrir granskarar kunnu lesa um, hvussu tað verður gjørt aðrastaðni, fyri saman at fáa enn meira at vita um økið.

Tað er gott, at vit í Føroyum hava handfarið koronu so skynsamt, tí vit vita, at tað er týdningarmikið at fáa staðfest krabbamein so tíðliga sum til ber, so at viðgerð kann verða veitt á besta hátt.

Sí greinina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo