Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havnar Svimjifelag harmast, at Kringvarpið ikki sendir frá FM í svimjing. Vit vildu fegin gjørt sum undanfarin ár og sent frá svimjikappingunum, men tað ber snøgt sagt ikki til í ár.

Ein týðandi táttur í framleiðsluni er serliga grafikkskipanin, sum vísir, hvør er fyrstur á mál, svimjitíðir osfr. Ein operatørur kemur hvørt ár við grafikkskipanini úr Danmark.

Í ár ber ikki til hjá hesum operatøri at arbeiða saman við kringvarpsfólkunum í svimjihøllini, tí fólk, sum koma til Føroya, skulu sambært koronotilmælunum vísa serligt varsemið.

Somuleiðis skulu kringvarpsfólk sýna serligt varsemið, tí stovnurin er partur av tilbúgvingini.

Svimjisamband Føroya og Kringvarpið hava umrøtt FM-kappingina. Umframt avbjóðingarnar við grafikkinum, er vandi fyri, at kappingin knappliga verður avlýst vegna korona. Tí avráddu Svimjisambandið og Kringvarpið saman, at tað verður ikki sent frá kappingunum í ár.

Nógv orka fer til kommunuvalið
Harnæst hava vit kommunuval í somu viku, sum tað er FM í svimjing. Starvsfólk hava lagt aðrar framleiðslur til viks og fyrireika stóru sendingarnar valdagin. Øll framleiðslan hjá Kringvarpinum verður sostatt knýtt at kommunuvalinum næsta týsdag. Sent verður beinleiðis ymsastaðni frá í landinum. Tí er tíðin - at seta alt upp aftur í svimjihøllini í Havn fríggjadagin - tepur.  

Vónandi kunnu vit senda aftur frá FM í svimjing komandi ár.

Ivan Hentze Niclasen,
Stjóri, KvF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo