Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sera brádliga og óvæntað eru vit komin í ta støðu, at land okkara er nærum stongt frá umheiminum av smittuvanda av Covid 19.

 

Fólk í hópatali doyggja um allan heim av hesi farsótt.

 

Í fjølmiðlunum, bæði her heima og úti í heimi, verður lítið annað tosað um enn Covid 19 og avleiðingar av sóttini.

 

Havi hoyrt so frægar menn sum Pál Weihe og Firouz Gaini rógva framundir, at støðan møguliga ikki verður normalisera, fyrr enn um eitt ár.

 

Síggi eisini, at Fólkaheilsuráðið fer nú at kanna, hvussu undantaksstøðan orsakað av COVID-19 ávirkar fólkaheilsuna í Føroyum.

 

Atli Gregersen, stjóri í Luna, greiddi um dagarnar frá í Kringvarpinum, at ikki var so lætt at sleppa av við laks longur. Sama segði Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn Seafood um saltfiskin. Eisini onnur hava røtt um tað sama.

 

Úr fjareystri frættist, at sjúkan er við at taka seg uppaftur í Suðurkorea og Kina.

 

Sjúkan er nýggj, so eingin kennir, hvussu hon fer at hátta sær. Havi hoyrt í bretskum fjølmiðlum, at sokallaðir serfrøðingar vænta, at sjúkan kemur at gera um seg tríggjar ferðir, áðrenn hon endaliga hasar av.

 

Sjálvandi vóna vit øll, at sjúkan er burtur um fáar mánaðir, so er friður av henni.

 

Eg kann tí ikki lata vera við at hugsa: Hvat nú, um tað ringasta hendir. Kann tað hugsast, at vit vera avbyrgd frá umheiminum í áravís? At vit ikki fáa tað matvøru til landið, okkum tørvar? Er nøkur tilbúgving, um so verður?

 

Eg veit ikki, um Landið hevur nakra tilbúgving. Havi einki hoyrt um eina slíka.

 

Eitt sindur kunna vit nú hvør í sínum lagi gera, alt eftir, hvørjar møguleikar hin einstaki hevur.

 

Nú várar!!!

 

Nú nærkast tíðin, tá eplini eiga at vera sett niður, eins og tíð er til at sáa grønmeti av ymsum slag.

 

Í landi okkara er hópur av bøi, sum liggur ónýttur. Tað skuldi verið lagamanni hjá teimum, sum hava hug og stundir til tess, at velt eina eplaveltu og møguliga eitt sindur av grønmeti eisini.

 

Hetta er eisini tíðin at klekja høsnarungar. Ungar fáast eisini til keyps ymsastaðni. Hevur tú eina góða hønu, fært tú eitt egg undan henni um dagin, eisini um veturin, um tú hevur ljós brennandi hjá henni.

 

Tímir tú ikki at fáast við høsnini meira, ella ikki hevur stundir, er skjótt at slíta høvdið av teimum, og væl smakka tey. Nógvar ferðir betur enn “kyllingarnir” tú fært til keyps.

 

At velta og fáast við djór er gott fyri sálarheilsuna, so við at takast við hetta, fært tú bæði í posa og sekk.

 

Og so er tað góðskan eisini, ikki um at tala. Tað er stórur munur at eta tað, tú sjálvur hevur velt og tað, sum fæst í handlunum. Eisini tey føroysku eggini eru nógv betur.

 

Georg H. Hansen

Miðvági

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo