Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tímalønt starvsfólk, sjófólk og onnur, sum vera sett í sóttarhald ella ikki fáa farið til arbeiðis vegna korona, eru í løtuni fyri lønarmissi, tí ongin skipan er, sum loftar.

Feløgini í Samtak heita á løgtingið um at koma saman, og at tryggja hesum arbeiðsfólkum endurgjald fyri lønarmiss. Løgtingið má handla í stundini, og skipanin má galda frá tí degi okkara limir ikki fáa farið til arbeiðis.

Tímalønt starvsfólk, sjófólk og aðrir løntakarar, sum eru koyrd í sóttarhald ella sum ikki fáa farið til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, standa á berum og eru fyri lønarmissi. Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, soleiðis at hesir løntakarar, sum teir einastu, ikki verða rakt av lønarmissi, nú korona aftur er farið at gera um seg í Føroyum.

Sjúkradagpeningalógin má broytast soleiðis at fólk í sóttarhaldi fáa endurgjald umframt at tey, sum ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, fáa endurgjald fyri henda lønarmiss.

Feløgini taka fult undir við heilsuligu tilmælunum, og at myndugleikar gera tað sum krevst fyri at fáa tamarhald á smittuni. Samstundis krevja vit, at okkara løntakarar ikki vera við svið og soð.

Tímalønt hava ikki ráð at missa ein tann einasta tíma av inntøku, tí má løgtingið tryggja, at allir okkara limir fáa endurgjald fyri mista inntøku.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo