Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Síðani koronafarsóttin av álvara fór at gera um seg tíðliga í mars eru ferðafólkatølini ikki at kenna aftur, um vit samanbera við undanfarin ár. 

- Í apríl var afturgongdin ikki minni enn 93,7% sammett við 2019, í mai nær um tað sama, 91,9%, og í juni var talan um - 76,7% í mun til undanfarna ár. 

- Í juli var afturgongdin ikki líka stór, nevniliga umleið helvtin, ella 49,6%, og merkir hetta, at afturgongdin hesar fýra mánaðirnar gjørdist ikki minni enn 74,2% samanborið við 2019, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Víðari sigur stjórin, at byrjanin av árinum annars var rættliga góð, tí fram til 10. mars, tá COVID-19 veruliga fór at merkjast, var talan um eina framgongd á 10,5%, so útlitini vóru til enn eitt gott ár. 

- Flestu høvdu eisini væntað, at talan aftur fór at verða um metár. 

- Tað ber kanska til at siga, at talan verður um met, men ikki av jaliga slagnum, sigur stjórin og metir um útlitini:

- Útlitini fyri flogferðslu komandi tíðina eru ógvuliga óviss, tí hóttanin av COVID-19 farsóttini avgjørt ikki er av enn. 

- Hetta sæst eitt nú aftur her hjá okkum, tí Atlantic Airways orsakað av ásetingum hjá íslendskum myndugleikum fyribils gevst at flúgva til Íslands frá 21. august. 

- Vit kunnu bara staðfesta, hvussu viðbrekin ferðavinnan í veruleikanum er, tá  umstøðurnar hátta sær soleiðis, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri. 

- Nú háárstíðin fyri ferðslu her hjá okkum er um at fara afturum á hesum sinni verður áhugavert at fylgja við, hvussu gongdin í smittuni verður út á heystið og í vetur, bæði her heima hjá okkum, men sanniliga eisini í grannalondum okkara – tað verður avgerandi fyri, hvussu flogferðslan fer at hilnast.

- Gongdin sæst sum vera man eisini aftur í tjóðskapartølunum hjá teimum ferðandi soleiðis at skilja, at lutfalsliga færri av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands, um vit samanbera við sama tíðarskeið í fjør.

- Merkisvert var tó, at vit í juli fyri fyrstu ferð sóu, at ein ávísur tjóðskapur var betri umboðaður í hagtølunum enn føroyingar. 

- Talan var nevniliga um, at danir komu higar at vitja í so stórum tali, at teir vóru fleiri enn føroyingarnir, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo