Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Teltið har kanningarnar í Klaksvík vórðu gjørdar, fór illa í illveðrinum og er nú tikið niður.

- Kanningartoymið harmast um hetta, tí hetta hevur riggað væl og vit hava verið glað fyri at havt hesa tænastuna so nær við sjúkrahúsið. Men nú mugu vit flyta tænastuna, verður sagt í tíðindaskrivi.

Covid-19 kanningarstøðin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytir tí oman á kaiina. Kanningarnar verða nú gjørdar í sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var. Á myndunum sæst, hvussu koyrt verður til kanningarøkið og eisini, hvussu koyrt verður, tá komið er oman til kanningarøkið.

Potað verður soleiðis: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 9 til 11.

Mint verður á, at øll sum skulu kannast, mugu bíleggja sær tíð frammanundan, á https://corona.fo/kanningar.

- Tá tú hevur bílagt tær tíð, fært tú eina kvittan sendandi á telefonina. Umráðandi er at hava hesa kvittan við. Møtið stundisliga, so bíðirøðin ikki blívur óneyðuga long, verður sagt.

Bíðirøðin verður eftir Faktorsvegi, so bilar, ið ikki skulu í bíðirøðina til Covid-19 kanning, mugu finna aðra farleið teir tímar, kanningar verða gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo