Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunnudagin verður kannað fyri koronu frá klokkan 13 til 16. Eftir ætlan verða kanningar gjørdar gerandisdagar frá klokkan 17 til 19, men hesar tíðir verða lagaðar eftir tí tørvi sum er í samfelagnum. Seinastu dagarnar hevur ovurstórur áhugi verið millum manna at lata seg kanna og bíðirøðirnar langar.

Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn í J.C. Svabosgøtu.

- Størsta broytingin er tó, at nú er ikki longur neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka røsku starvsfólkini sær av kanningunum og allari neyðugari skráseting, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Skeltir eru sett upp, sum vísa vegin, tá ið fólk nærkast Eirargarði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo