Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SMS: Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst.

Tískil hava tey í SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara tey at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS. 

Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim. 

Konsertirnar verða stroymdar kl. 21 og byrja fríggjakvøldið 20. mars. Yvirlit yvir konsertirnar fæst á koronakonsert.fo, sms.fo og á Facebooksíðunum Koronakonsert og SMS á netinum. 

So statt kunnu føroyingar gleða seg til at fáa konsertir við nøkrum av fremstu tónleikarum í Føroyum heim í stovuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo