Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki upp til foreldrini at gera av, um eitt barn hjá teimum, sum býr hjá fosturforeldrum, skal koppsetast. Tí meginreglan sigur, at tað skal tað, siga myndugleikarnir.

Eini foreldur, hvørs barn býr til fosturs, hava vent sær til VP, tí tey eru ørkymlað av, at myndugleikarnir ikki tykjast vilja virða teirra avgerð um, at barn teirra ikki skal koppsetast.

- Eg fekk hetta brævið í dag, og eg veit eisini um onkran annan, sum er í somu støðu, sigur mamman.

Sambært skrivinum frá sosialu deild hjá kommununi er meginreglan, at børn, sum eru sett til fosturs, skulu fylgja almennu heilsutilmælunum, eitt nú viðvíkjandi koppseting.

Foreldrini hava fingið freist uppá 14 dagar at koma við møguligum viðmkerkingum, og kunnu annars kæra eina møguliga avgerð um at barnið skal koppsetast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo