Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Allir skattgjaldarar í Danmark fáa longda upplýsingarfreist, eisini nevnd sjálvuppgávufreist, fram til 1. september.

 

Tað upplýsur danska Skattamálaráðið í einum tíðindaskrivi.

 

Hetta merkir, at ein vanligur lønmóttakari fær fýra mánaðir afturat til at rætta í síni sjálvuppgávu.

 

- Sæð í ljósinum av teimum óvanligu tíðunum, vit eru í, havi eg avgjørt at taka eitt óvanligt reiðsskap í nýtslu og havi fingið útsett upplýsingarfreistirnar til 1. september í ár.

 

- Hetta merkir, at grannskoðararnir fáa betri stundir til at hjálpa virkjunum, sigur Martin Bødskov (S) skattamálaráðharri í tíðindaskrivinum.

 

VP hevur spurt seg fyri í Føroyum, og sambært føroyskum grannskoðara, so hevði hetta eisini verið ynskiligt í Føroyum.

 

- Vit hava nógv at gera samstundis sum korona ger arbeiðið torførari av teimum avmarkingum sum eru galdandi, sigur føroyskur grannskoðari.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo