Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Korona hevur broytt samfelagið.

 

Stratesjiin var, at halda smittuni á einum støði, har sjúkrahúsverkið skuldi klára at viðgera tey, sum høvdu brúk fyri intensivari viðgerð.

 

Tosað var um, hvussu nógv andingartól vóru í landinum, og um nokk var til av andingartólum.

 

Panikkur kom í.

 

Landsstýrið leyp á leistum, og steðgaði nærum øllum virkseminum í landinum.

 

Sitið var í andakt og lurtað eftir “Mette”, hvørjaferð hon hevði tíðindafund, og alt var svølgt rátt, sum “Mette” segði.

 

Grundgevingin fyri átøkunum í Føroyum var, at soleiðis gera tey í Danmark.

 

Ætlanin var eisini at fylgja “Mette”, og seta eina herda epedimilóg í gildi í Føroyum.

 

Hetta gjørdist tó ikki til nakað.

 

Hví so var, er ikki gott at vita, men tað ljóðaði, at fleiri av landsstýrisfólkunum fingu kaldar føtur, tí við herdu lógini, fór alt valdið í Føroyum at enda hjá einum donskum ráðharra.

 

Um stratesjiin eydnaðist ella ikki, er ikki gott at vita, men smittan doyði út.

 

Smittukurvan, sum skuldi flata út, gjørdist til ein topp.

 

Ongin koronasjúklingur kom á koronadeildina, og andingartólini eru ikki komin í brúk enn, tíbetur.

 

Nú ljóðar, at stratesjiin er, at ongin føroyingur skal verða smittaður við korona.

 

Ráðgevingin er, at Føroyar skal steingjast frá umheiminum.

 

Ongin ferðsla til og úr Føroyum.

 

Kravið er, at øll, óansæð heilsustøðu, sum koma til Føroya, skulu tvingast í sóttarhald.

 

Koronaóttin fær tað ringasta fram í fólki.

 

Sjálvt okkara leiðandi politikarar halda tað er í fínasta lagi at geva danska myndugleikanum í Føroyum fríar heimildir at handtaka frísk fólk, og seta tey í varðhald/sóttarhald.

 

Hetta minnir ikki sørt um viðurskiftir í londum, sum vit ikki á nakran hátt vilja samanbera okkum við.

 

Einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt.

 

Korona hevur gjørt, at vit hava fingið fleiri “smittuserfrøðingar”.

 

Hetta eru teir somu, sum søgdu, at tað var ósannlíkt at smittan í heila tikið kom til Føroya.

 

Hesir hava allir fingið væl av granskingarpengum.

 

Tí er umráðandi at ráðgeva landsstýrinum soleiðis, at teirra granskingarverkætlanir kunnu halda á, so langt sum til ber.

 

Landsstýrið lurtar eftir, so væntandi verður landið stongt í langa tíð afturat.

 

“Serfrøðingarnir” hava fyri langari tíð síðan avlýst alt virksemið árið út, ja, sjálvt ólavsøkan var avlýst.

 

Tí er eisini umráðandi, at landið verður stongt frá umheiminum.

 

Allir føroyingar skulu verða forsøgskaninir í teimum ymisku granskingarverkætlanunum.

 

Seráhugamálini hava sjálvdan verið størri enn tað sama.

 

Landsstýrið spælir við.

 

Hóast einki korona, ganga vit móti truplum tíðum.

 

Ad-hoc toymið

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo