At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Um ársskiftið var stórt bjartskygni í føroyska samfelagnum. Samlaða treystitalið var 32, ið er tað næst hægsta nakrantíð í føroyska konjunkturbarometrinum. Flestu pílar peikaðu beint uppeftir, og eingin ímyndaði sær, at koronasmittan, sum tá herjaði í Kina, fór at gera so nógv um seg, um allan heimin, bert góðar tveir mánaðir seinni.

Ógvusliga spjaðingin av koronasmittuni uttanfyri Kina, kom tí púra óvart á okkum, og um miðjan mars vórðu heimsumfatandi tiltøk sett í verk, fyri at taka ferðina av smittuspjaðingini.

Tað eru serliga hesi viðurskifti, sum taka trýstið av treystitalinum í føroyska konjunkurbarometrinum í hesi nýggjastu konjunkturkanningini.

Føroyska konjunkturbarometrið vísir hálva hvørt ár, hvussu vinna og brúkarar síggja gongdina, støðuna og framtíðarútlitini fyri føroyska samfelagsbúskapin.

Í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, sum serliga virka á útflutningssíðuni í føroyska búskapinum, var stórt bjartskygni fyrst í árinum. Stórur vøkstur var í bíleggingunum, vørur fóru av goymslunum og tey sóu vaksandi framleiðslu fyri framman. Nú er støðan ein heilt onnur. Bíleggingarnar eru nógv minkaðar, goymslurnar vaksa og útlitini fyri vaksandi framleiðslu eru minni góð.

Í tænastuvinnunum vóru eisini góðar vónir um framhaldandi vøkstur, tá ið vit komu inn í hetta árið. Her hevði heldur eingin sæð fyri sær, at koronasmittan fór at læsa næstan alt samfelagið niður, áðrenn tríggir mánaðir vóru farnir av árinum. Koronasmittan hevur tí vent metingarnar um gongdina og søluna fullkomiliga á høvdið í tænastuvinnunum, serliga í ferða- og flutningsvinnunum, sum eru harðast raktar.

Tað er ymiskt, hvussu koronatiltøkini hava rakt heimligu handilsvinnuna. Nakrir handlar hava selt væl meira, men fleiri hava havt afturgongd í søluni. Tí er heimliga handilsvinnan ikki ringast rakta vinnan, hóast tað samanlagt sæst ein týðilig afturgongd í handilsvinnuni.

Avbjóðingin at útvega arbeiðsmegi hevur í longri tíð verið ein forðing fyri vøkstri í handilsvinnuni, og henda avbjóðingin er ikki horvin í kjalarvørrinum av koronatiltøkunum.

Samlaða vísitalið í byggivinnunum er nógv fallið hetta seinasta árið. Vísitalið í byggivinnunum var 13 í juni 19, men er síðan fallið niður á -1 í januar í ár og er nú -34.

Fleiri stórar byggiverkætlanir verða lidnar í hesum árinum, og tað er helst orsøkin til fallið í vísitalinum, fyrst í hesum árinum, hóast ordrabøkurnar tá framvegis vóru stórar.

Orsøkin til stóra fallið í vísitalinum í byggivinnuni í hesi nýggjastu konjunkturkanningini, kemst helst av, at bæði tað almenna og privatir byggiharrar steðgaðu á og løgdu framtíðar ætlanir sínar á hillina, tá ið koronatiltøkini vórðu sett í verk. Tí tømast ordrabøkurnar í byggivinnuni, og tað kemur lítið av nýggjum verkætlanum í ordrabøkurnar í løtuni.

Føroyski brúkarin sær ikki út til at vera so nógv nervaður av koronaskelkinum. Búrkaravísitalið fellur nakað, úr 5 niða ár 0, og tað er serliga metingin av gongdini í føroyska búskapinum komandi árið, sum dregur brúkaravísitalið niður. Metingarnar um privatu fíggjarstøðuna komandi árið, eru ikki so nógv øðrvísi nú, enn tær vóru í byrjanini av árinum.

Meira útgreinaðar niðurstøður um ymsu vinnugreinarnar eru at finna í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo