Landslæknin boðaði í dag frá, at russiska skipið Karelia, sum liggur í Runavík, hevur 32 smittaðar persónar umborð. Ein er innlagdur á sjúkrahús, tí hann er so illa fyri.
Men hetta er ikki fyrstuferð at Karelia kemur til Føroya við nógvum smittaðum umborð.
Tað hendi eisini fyri umleið einum ári síðani, tá 23 av manningini vórðu smittaðir. Tá lá Karelia í Klaksvík. Tveir av manningini vóru so illa fyri, at teir vórðu innlagdir á sjúkrahús í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo