Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Koronologar 2020 eru 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og 4 fotografum. Filmarnir verða frumsýndir á netinum annanhvønn dag klokkan 20, og fyrstu sjey filmarnir eru longu tøkir. 

Tvørlistalig leiklistasmiðja
Tá korona brádliga forðaði fyri øllum tí vanliga virkseminum, valdi Tjóðpallurin í staðin eina øðrvísi verkætlan og setti ymsum listafólkum stevnu við avbjóðingum, ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti. Rithøvundar, ið eru vanir at skriva stuttsøgur, yrkingar o.a., hava skrivað einarøður til pall, sum leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum, hava tulkað og framført framman fyri einum kamera, og myndatakararnir hava loyst spennandi uppgávuna at samantvinna palllist og filmslist.

- Endamálið við verkætlanini hevur verið at brúka hesa óvandu støðuna til at flyta okkara egnu mørk og skapa okkurt nýtt og óvæntað, og tí hevur hetta verið ein spennandi og lærurík avbjóðing hjá okkum øllum, sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum.

Listalig dokumentatión av einum søguligum tíðarskeiði
Koronologar 2020 snúgva seg allir, so ella so, tematiskt um korona, og eru sostatt ein løtumynd av, hvørjar hugsanir og hugskot listafólkini hava júst nú. Sostatt er hetta eisini eitt slag av listaligari dokumentatión av einum søguligum tíðarskeiði. 

- Vit vóna, at hyggjararnir fáa eina áhugaverda og fjølbroytta uppliving bæði viðvíkjandi tí listaliga innihaldinum og teimum søgunum og støðunum, ið verða lýst, sigur Annfinnur Heinesen, sjónleikari og leikstjóri og ein av stigtakarunum til verkætlanina.

Koronologar 2020 eru at síggja á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum tjodpallur.fo/koronologar-2020 umframt á Facebook og YouTube

Hópurin handan Koronologar 2020
Rithøvundar: Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen, Oddvør Johansen og Sámal Soll.

Leikarar og leikstjórar: Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.

Upptøkur, ljós og eftirviðgerð: Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær, Jónfinn Stenberg og Rógvi Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo