Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sundakórið: Á várið 2003 sá Sundakórið á fyrsta sinni dagsins ljós, og hevur kórið verið virkið síðani tá.

Kórið hevur havt sangarar úr øllum Sundalagnum og av og á hava sangarar, aðrastaðni frá, eisini luttikið.

Nú kórið byrjar at venja aftur í heyst, verða øll sangáhugaði bjóðað vælkomin at vera við.

Vanliga hevur kórið einar 10 venjingar fram móti jólum, har jólasangir eru á skrá og vetrarhálvan endar við konsertum fyrst í desember mánaði. Miðan januar byrjar kórsangurin aftur, og tá eru vár- og summarsangir á skránni og í várhálvuni er vanligt eisini gera eitt sindur meira burturúr við til dømis at hava sangdagar og várhálvan endar við konsertum síðst í apríl ella fyrst í mai mánaði.

Hetta er eitt blandað kór, har Hans Olivur Joensen er kórleiðari. Sundakórið bjóðar fjølbroytta sangskrá við bæði føroyskum og útlendskum sangum og møguliga eisini smærri verk, sum kórið framførir á konsertum móti jólum og til várs.

Kórið byrjar at venja aftur mikudagin tann 23. oktober 2015 kl. 18.45 í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo