Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

RFF: Ikki koyra í blindum. Tí tað er tað, sum tú gert, um tú hyggur burtur meðan tú koyrir. Og koyrir tú 80 km/t, koyrir tú 111 metrar upp á bara 5 sekund.

Hugsa líka um tað, áðrenn tú letur teg lokka av fartelefonini meðan tú koyrir.

Átak um gáloysni í ferðsluni
Komandi vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at varpa ljós á vandarnar við at vera gáloysin í ferðsluni. Vit heita á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil, hetta við átaksfilmi og ljóðlýsing í útvarpi og sjónvarpi.

Gáloysni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni. Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur.

Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og gevur tað bót, um bilførari verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon.

Í 2018 varð í Danmark ásett, at tað gevur klipp í koyrikortið at tosa í handhildnað telefon. Í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar, verður mælt til at henda áseting eisini verður galdandi í Føroyum.

Hvat halda føroyingar um gáloysni?
Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera.

Til dømis:
- tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
- tú innstillar útvarp ella tónleik
- tú tekur okkurt upp av gólvinum
- tú etur, drekkur ella roykir
- tínir tankar eru aðrastaðni

Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, sigur fimti hvør seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá vit koyra bil.

Góð ráð
- Hevur tú eina snildfon? Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir bil?

- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra bil, tá hann koyrir bil.

Átakið byrjar 21. september og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo