Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin hevur fingið nýggjan løgtingslim, Christian Andreasen nevndur.

Sum áður virkin fólkafloksmaður, so kenni eg hann ikki. Havi ongantíð sæð hann á landsfundi,  og havi tí ongar royndir av hansara avriki í politikki.

Havi tíbetur onki havt at gera við hann sum advokat. Tað samskifti kann bert vera av onkrari tvístøðu!

Sigi sum bygdarmaður mín: "Meiri er ikki um hamin at greina"!

Aftaná viðtøku av fíggjarløgtingslógini ger hesin nú vart við, at "almennu útreiðslurnar vaksa alt ov nógv."

Um ein gjølligari viðgerð fór fram, hví so er, og hvat eigur at verða gjørt, so hevði eg ynskt at kunnað vera við fyri at hoyra, hvar almennu hækkingarnar eru ov høgar, og hvar tær áttu at verið tálmaðar.

Í hesum døgum verjir samgongan seg við, at hesar eru neyðugar sambært kostnaðin í húsarhaldinum.

Minnilutin í Tinginum finst at ov lítlum avlopi av pengum í hesum góðu tíðum!

Yvirskotið skal fáast við hægri gjaldi á vinnuna, men annars skal almenni útreiðsluvøksturin ferðast eftir egnum tørvi!

Vinnan hevur havt góð ár, men er tað verandi?

Vinnuvirkið Varðin hevði ráð til at byggja virkið á Tvøroyri, og harafturat at taka eitt ódnartak, tá virkið brendi. Til stórt gagn fyri Tvøroyri og Suðuroynna!

Hevði hetta verið møguligt, um peningurin var í landskassanum? Neyvan!

Men peninganeyðin hjá landskassanum sampakkar rættuliga væl við endan á støðuni hjá Jack í Keypmannahavn:

Ein asinsungi stakk Jack í búkin við einum ógvusligum dýri. Lá á vegnum, tá hjálpin kom og skuldi kenna "blóðtypuna", men Jack var blóðdonor:

0 resus negativur. "Koyr í"!

Eyðun Mohr Viderø
‎19.‎12.‎2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo