Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki í lagi at koyra bil við einum smábarni sitandi í fanginum, tað vita tey flestu, men hjá einum bilførara "í eini bygd norðanfyri", sum vakthavandi á politigarðinum sigur, var neyðugt at fáa eina áminning frá politinum um álvaran í hesum.

Viðkomandi bleiv í gjár meldaður av einum borgara, sum hevði sæð tilburðin, og segði seg um neyðugt vilja standa fram í rættinum og vitna um tað sum hann hevði sæð. Og tað er neyðugt, um politiið skal gera nakað við eitt slíkt mál.

Men tað bleiv so ikki neyðugt við nøkrum rættarmáli, tí tá politiið setti seg í samband við bilføraran játtaði hesin beinanvegin og tók við bótini og einum klippi í koyrikortið, sum eisini er avleiðingin fyri at fremja eitt slíkt brot á lógina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo