Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Á skránni var millum annað nevndarval. Nevndin hevur skipað seg soleiðis, Durita Tausen formaður, Magnus Magnussen næstformaður og Anna Kristina Joensen kassameistari. Hini í nevndini eru Olga Kristina Hansen og Marnar Fríheim Kristiansen, ið er nývaldur og kom inn fyri Jóhan Poulsen, ið ikki stillaði uppaftur. Vit bjóða Marnar vælkomnum og takka hjartaliga Johan fyri árini, ið hann hevur sitið í nevndini. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.

Ársfrágreiðingin fyri 2021 kann takas niður sum pdf her.

Brot úr formansrøðuni

Hvussu hilnaðist 2021? Stóra landsinnsavningin ‘Føroyar mót krabba’ vísir okkum dygga stuðulin og vælvildina, sum tit veita okkum. Einstaklingar, feløg og vinna. Arbeiðið við nýggjari krabbameinsætlan vísir okkum viljan hjá politisku skipanini, heilsuverki, almannaverki og fakfólkum at gera miðvíst arbeiði at fyribyrgja krabbameini, veita heilsubót og góð lívskor, tá ið krabbamein rakar.

Men tað týdningarmesta fyrst: høvuðsmálið hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er at hjálpa, stuðla og lætta um hjá tí, sum fær staðfest krabbamein og hjá teimum, sum eiga ein, sum fær staðfest krabbamein. Hesin parturin av virkseminum verður alsamt størri og er eisini vaksin í 2021. Tað fegnast vit um, tí jú fleiri venda sær til okkara, jú fleiri fáa vit hjálpt.

Tað kann vera pápin ella mamman, sum stúrir fyri, hvussu tað skal gangast børnunum. Dóttirin ella sonurin, sum hugsar um foreldrini, sum nú eiga eitt krabbasjúkt barn. Maðurin og kvinnan í bestu árum, sum skuldu hugsa um at liva lívið og ikki um, at tey hava fingið sjúku, sum tey kunnu doyggja av. Omman ella abbin, sum ikki vil vera til stríð hjá sínum nærmastu. Barnið, sum er bangið, tí hvussu verður at fara í skúla ella spæla við vinfólk, nú mamma ella babba hevur krabbamein. Vinfólk, maki, systkin, foreldur, starvsfelagar, sum kanska kenna seg klossut, tí tey vita ikki, hvussu tey hjálpa best.

Við einstaklinga samrøðum, familjusamrøðum og í samrøðubólkum hjálpir Krabbameinsfelagið at fáa fótafestið aftur. Við vitjanum á arbeiðsplássum, í skúlum og barnagørðum ráðgeva vit eisini.

---

Í nøkur ár hevur Krabbameinsfelagið jabbað um at fáa gjørt nýggja krabbameinsætlan. Glað vóru vit, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í 2020 setti sjøtul á tað arbeiðið. Tað er rúgvusmikið arbeiði, og nógv fólk hava givið sítt stóra íkast. Nógv orka er farin til hetta arbeiðið í 2021, eisini í Krabbameinsfelagnum, og nú kunnu vit gleðast um hetta megnaravrikið, sum varð handað landsstýrismanninum beint fyri páskir í ár.

Tá ið bilbugt skal fáast við krabbameinssjúku, er tíðin ógvuliga týðandi. Serliga at fáa staðfest sjúkuna so skjótt sum yvirhøvur til ber, so at viðgerð kann verða givin beinanvegin.

Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa m.a. tølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri, at av Norðurlondum liggja vit aftast.

Vit gleðast tí um, at fleiri av tilmælunum í krabbameinsætlanini eru um at bøta um gongdina frá illgruna til ávísing og frá ávísing til viðgerð. Tað er eitt arbeiði, sum farast má undir ongantíð ov skjótt.

---

27. mars í 2021 var stóri dagurin, tá ið landsinnsavningin ‘Føroyar móti krabba’ var.

Tit góvu okkum yvir 6,7 milliónir krónur.

Hjartaliga takk.

Vit takka tónleikarum, listafólkum, feløgum, fyritøkum, sjálvbodnum og einstaklingum, sum við hjálpsemi, tænastum, peningagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum. Serliga rørandi var stuðulin frá tykkum mongu skúlaflokkum og lærarunum hjá tykkum. Við tykkara stóra ágrýtni og hugflogi megnaðu tit at savna størstu upphæddina til felagið. Eisini takka vit Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya fyri góða samstarvið og góðu karmarnar fyri tiltakið.

Partur av innkomna peninginum er markaður til hjálpargrunnin hjá Krababmeinsfelagnum, til at stuðla gransking og til arbeiðið við sorgartilbúgving, tá ið børn syrgja. Meginparturin av innsavnaða peninginum fer til dagliga arbeiðið hjá felagnum at hjálpa teimum, sum fáa staðfest krabbamein og teimum, sum eiga ein, sum fær staðfest krabbamein.

---

Jú, árið 2021 hilnaðist væl. Vit fáa hjálpt, stuðlað og lætt um, tí tit stuðla okkum.


Við tykkara stuðli eru vit við treysti farin undir 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo