Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Tann 1. september fer Elisabet Thomsen, MSc í lívfrøði, í gongd við eina verkætlan innan bróstkrabba. Endamálið við verkætlanini er at finna og lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum. Krabbameinsfelagið hevur júst stuðlað verkætlanini við 300.000 kr, harav eru 100.000 kr frá Bót til Bata, sum er ein bólkur fyri kvinnur við bróstkrabba.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, fegnast: “Við stuðlinum frá Krabbameinsfelagnum kunnu vit víðka verkætlanina og koma nærri ásettu málunum. Verkætlanin fer væntandi at økja vitanina um bróstkrabba í Føroyum og leggja lunnar undir ílegukanningar, sum eru lagaðar serliga til føroyingar.”

Gransking vísir, at orsøkin til bróstkrabba m.a. liggur í ávísum ílegum, og tískil verða kendar ílegur so sum BRCA1 og BRCA2 kannaðar hjá sjúklingum við bróstkrabba. Hóast kanningar av føroyskum sjúklingum vísa, at bróstkrabbi partvís tykist at vera arvaligur í Føroyum eins og aðrastaðni, so hevur higartil ikki borið til at víst á ílegur, sum eru atvoldin til bróstkrabba hjá føroyingum. Tískil fer hendan verkætlanin m.a. at kanna, um til ber at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til bróstkrabba í Føroyum, og um samband er millum ílegur og hormonbroytingar hjá sjúklingum við bróstkrabba. Málið er eisini, at kanningarnar lata upp fyri, at bróstkrabbaviðgerðin verður lagað til einstaka sjúklingin, og at kunna bjóða sjúklingum og avvarðandi genetiska ráðgeving í Føroyum.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið, Rískisjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, er verkætlanarleiðari og Bjarni á Steig, yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarahavi. Umframt stuðulin frá Krabbameinsfelagnum hevur verkætlanin fígging frá Sjúkrakassagrunninum og Granskingarráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo