Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Borgarar í Tórshavnar kommunu boða í hesum døgum frá, at vatnið í fleiri støðum hevur ein ljóst gulan lit. Vatnið er tó bakteriufrøðiliga í lagi.

Orsøkin til gula litin er sera nógva avfallið, ið hevur verið í seinastuni. Nógva regnið førir dálkað vatn út í áir og víðari í vatngoymslurnar, og eftir so drúgvan turk, sum hevur verið í summar, er dálkingin størri enn vanligt.

Vatnverkini hava undir slíkum umstøðum trupult við at reinsa vatnið nóg væl kemiskt, og tí síggja vit í løtuni hendan ljósagula litin.

Vatnverkið ger tó regluligar vatnkanningar, og sambært kanningunum er vatnið higartil bakteriufrøðiliga í lagi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo