Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Smittutrýstið í grannalondum okkara er sera stórt í løtuni. Øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni, er komin uttanlands til Føroya, og alt okkara samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark.

Tað er tí eyðsýnt, at fólk kunnu koma til Føroya, verða testað negativ, men eru positiv, tá tey verða testað á sætta degi.

Ein tílíkur persónur kann hava brúkt Bussleiðina hvønn dag fram til og við sætta dag - og hava smittað onnur, um ikki øll fyrilit eru tikin.

Heitt verður tí enn einaferð á tey, sum brúka Bussleiðina, um altíð at brúka masku. Vit gera samstundis enn einaferð vart við, at bussførararnir hava heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo