Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um handfaringin hjá Landssjúkrahúsinum av brotum á persóndátutrygdina - sokallað trygdarbrot - er í samsvari við dátuverndarlógina.

Málið er endað við, at Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skjalfestar mannagongdir fyri handfaring av trygdarbrotum. Dátueftirlitið hevur eisini givið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skrivligt tilfar til starvsfólkini, har tey eitt nú verða kunnað um, hvat eitt trygdarbrot er, og hvat tey skulu gera, tá eitt trygdarbrot verður staðfest.

Eitt trygdarbrot er eitt brot á trygdina, sum førir við sær, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari ella at atgongd verður givin til persónupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Dátueftirlitið staðfesti, at mannagongdirnar hjá Landssjúkrahúsinum ikki innihildu nakra lýsing av, hvussu trygdarbrot sambært dátuverndarlógini skulu handfarast. Dátueftirlitið metti heldur ikki, at starvsfólk vóru nóg væl kunnað.

Avgerðin hjá Dátueftirlitinum kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo